Marine Harvest mælir frá at økja norsku alingina

Marine Harvest mælir frá at økja norsku alingina
Orsøkin er trupulleikin av lús, sum nú er so stórur í Noregi
 
04.10.2015 - 14:55

Trupulleikin av lús er nú so stórur í Noregi, at heimsins størsta alifelag, Marine Harvest mælir frá at økja norsku alingina. Tað ger felagið, hóast felagið kundi økt søluna við fýra milliardum kr.

Nú er kravið í Noregi, at tað mugu ikki vera meir enn 780 tons í ringunum, í ávísum økjum 945 tons.

Norska stjórnin arbeiðir við einum uppskoti um at loyva alarunum at økja um alingina, so upp í 20 prosent meir av fiski kann vera í ringunum seint um summarið og um heystið, tá fiskurin veksur skjótast. men samanlagt fyri árið, skal alingin ikki vera størri enn nú.

Vilja ikki økja

Stjórin í Marine harvest, Alf-Helge Aarskog mælir frá at broyta umstøðurnar til tamarhald er fingið á laksalúsini.

Hann sigur, at við at økja um alingina undir verandi umstøðum, bert verður løtuvinningur, og at alibrúkini fara at fáa uppaftur størri trupulleikar av laksalúsini.

- Tí má trupulleikin við laksalúsini loysast, áðrenn talan verður um at seta meir fisk í ringarnar, sigur stjórin í Marine Harvest.

Ikki tamarhald á lúsini

Umhvørvisfólk fegnast um avgerðina hjá Marine Harvest, sum biður stjórnina um ikki at økja um alingina, í øllum førum ikki fyrr enn trupulleikin av lús er loystur.

Víst verður á, at tá ferð varð sett á alingina í Chile í 2008 og 2009, gjørdist laksalúsin ein so stórur trupulleiki, at aðrar sjúkur tóku seg upp, og tað gjørdi mestsum enda á alivinnuni í Chile.


Í Noreg verður víst á, at nógv verður gjørt fyri at fáa tamarhald á lúsini, og tað fer kanska at eydnast. men sum støðan er í løtuni, er ikki rætt at økja alingina.

Eingin avgerð tikin enn

Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker sigur, at enn er bert talan um uppskot, sum er sent til hoyringar.

Hon sigur seg hava fingið nógvar viðmerkingar til uppskotið um at økja um alingina, og tá alt er savnað saman, verður endalig avgerð tikin til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946