Hava ikki slept ætlanini

Hava ikki slept ætlanini
Ætlanin at gera lestraríbúðir í gamla Kommunuskúlanum í Havn livir enn. Býráðið í Havn játtaði hóskvøldið pening til ætlanina
Ætlanin at gera íbúðir í gamla Kommunuskúlanum í Havn livir enn. Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið eina rammuavtalu millum Tórshavnar kommunu og Bústaðir og játtaði 400.000 krónur
 
29.01.2016 - 09:09

Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið eina rammuavtalu millum Tórshavnar kommunu og Bústaðir og játtaði 400.000 krónur til ætlanina.

Tað var í fjør vár, at fyrstu ferð frættist um møguleikan at gera 35 til 40 lestraríbúðir í Kommunuskúlanum. Kommunuskúlin hevur staðið tómur síðani summarfrítíðina í 2011.

SÍ EISINI Framvegis soppur í kommunuskúlanum

Blámusoppur varð staðfestur í skúlanum í apríl 2011, og blámusoppur var har framvegis í fjør. Tað staðfestu tveir serfrøðingar úr Danmark, sum kannaðu skúlan í fjør summar.

Bústaðir, sum rindaðu fyri hesar kanningar, og Tórshavnar kommuna fingu góð ráð um, hvussu sleppast kann av við soppin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012