H71 er steypavinnari

H71 er steypavinnari
Bara ein hálvleikur bleiv spennandi í steypafinaluni hjá monnum. Tí í seinna hálvleiki stýrdi H71 øllum
 
13.02.2016 - 17:27

H71 er steypavinnari í hondbólti. Teir vunnu 28-22 á Neistanum í finaluni.

Neistin var fyri tað mesta á odda í fyrra hálvleiki, men í síðsta sekundi legði H71 seg á odda 13-12.

Í seinna hálvleiki riggaði snøgt sagt einki hjá Neistanum í álopsspælinum. Teir skoraðu eitt mál fyrstu tíggju minuttirnar.

Samstundis fann H71 sítt besta spæl fram, og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var H71-leiðslan so stór, at alt var mest sum avgjørt.

Endin var eisini, at H71 vann við seks málum.

Tóraldur Kollsker spældi ein branndyst

Tóraldur Kollsker byrjaði ikki í málinum hjá H71, men hann kom inn og bleiv týdningarmesti leikari á liðnum.

Hann tók sera nógv skot, og hevði eitt bjarginarprosent á heili 54 prosent. Tóraldur bleiv eftir dystin valdur til dagsins mann hjá H71.

Hjá Neistanum var dagsins maður, málverjin, Nicholas Satchwell.

Neistin - H71 22-28 (12-13)

Rói Berg Hansen, Neistin, 9 mál

Pætur Thomsen, H71, 6 mál

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902