Pál til OL

Pál til OL
Pál Joensen hevur tryggjað sær luttøku á Olympisku Leikunum
 
16.04.2016 - 18:38

Føroya fremsti svimjari, Pál Joensen, megnaði í kvøld at svimja undir OL-kravtíðina í 1500 metrum og koma fyrstur á mál. Kravtíðin var 15.07.54 og vábingurin svam tíðina 15.04.13. Tað merkir, at Pál skal kappast á Olympisku Leikunum í Rio de Janeiro í summar.

Tveir svimjarar sleppa við til OL fyri Danmark í 1500 metra frísvimjing, og tí var alneyðugt hjá Páli, ikki bara at svimja undir kravtíðina, men eisini at enda millum tveir teir fremstu. Pál megnaði tað, men tað gjørdi kappingarneytin, Anton Ørskov Ibsen, ikki. Hann var tríggjar hundraðpartar ov stuttur.

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, ið eisini luttók í 1500 metra finaluni, vann bronsu. Tíð hansara var 15.38.41. Í gjárkvøldið gjørdist Óli danmarkarmeistari í 800 metra frísvimjing.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012