Fríðborg seld og sleppur nú at royna eftir krabba

Fríðborg seld og sleppur nú at royna eftir krabba
Eitt felag í Tromsø hevur keypt krabbaskipið Fríðborg úr Havn, sum ongantíð fekk føroyskt fiskiloyvi, men nú fær part í norsku kvotuni
Fríðborg hevur ligið í Havn í nakrar mánaðir, tí skipið fekk ikki loyvi at royna eftir krabba.
 
08.05.2016 - 09:48

Líkt er til, at Fríðborg nú endiliga sleppur at royna eftir krabba. 

Síðst í apríl skrivaði Portal.fo, at Fríðborg var seld til Noregs.

Og nú skrivar Fiskerforum.dk, at føroyingarnir, sum áttu Fríðborg, eru við í norska felagnum Trol Drift í Tromsø, sum hevur keypt Fríðborg.

Fríðborg fær ikki bara nýggjar eigarar, men eisini nýtt navn. Skipið skal eita Polar Star.

Norska kvotan

Polar Star skal fiska av norsku krabbakvotuni.  

Fríðborg fekk í fjør vár tilsøgn um føroyskt fiskiloyvi, men tað var við fyrivarni.

Og tilsøgnin varð tikin aftur, tá fyrivarnið bleiv virkið.

Ógreið støða

Viðurskiftini millum føroyskar og russiskar myndugleikar og millum føroyskar og norskar myndugleikar um føroyska roynd eftir krabba í Barentshavinum eru ikki greið.

Tí vildi landsstýrið ikki loyva Fríðborg í Smoguna eftir krabba.

Partafelagið Fríðborg í Havn, sum átti rækjutrolaran við sama navni, keypti í fjør eitt skip úr Íslandi. Skipið er síðani riggað til at royna eftir krabba, men hevur ligið síðani.

Skipið gjørdi tó eina roynd á Ytra banka undir Føroyum í nakrar dagar í desember í fjør fyri at royna útgerðina.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303