Átalar málsviðgerð hjá kommununi

Átalar málsviðgerð hjá kommununi
Løgtingsins umboðsmaður gevur Tórshavnar Kommunu átalu fyri handfaringina av einum byggimáli, har ein borgari bíðaði leingi eftir einum svari
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Tórshavnar kommunu eina átalu, tí tað tók kommununi 16 mánaðir at svara einum borgara í einum byggimáli
 
20.10.2016 - 13:07

Tað tók kommununi eitt ár og fýra mánaðir at svara einum borgara, ið vendi sær til kommununa í einum byggimáli í fjør.

Ein borgari heitti 29. mai 2015 á Tórshavnar kommunu um at rinda sær fyri tær eykaútreiðslur, hann hevði havt í sambandi við, at hann keypti grundøki frá kommununi. 

SÍ EISINI Løgtingsins umboðsmaður rykkir eftir svari

26. september sendi hann kommununi áminning, og 26. apríl 2016 sendi hann enn eina áminning, men einki hendi.

Einki hendi í málinum, fyrr enn umboðsmaðurin, 6. oktober 2016, bað Tórshavnar kommunu um frágreiðing um viðgerðina av málinum.

Kommunan: Talan var um eitt mistak

Kommunan segði umboðsmanninum, at av misgáum hevði eingin málsviðgerð verið av málinum. Borgarin fekk sostatt ikki svar frá Tórshavnar kommunu fyrr enn umboðsmaðurin kom inn í málið.

Sostatt gingu meira enn eitt ár og fýra mánaðir, frá tí at borgarin sendi áheitanina til kommununa áðrenn hann fekk svar.

Hetta er alt annað enn nøktandi, heldur umboðsmaðurin, og gevur Tórshavnar kommunu átalu fyri handfaringina av hesum málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946