Norðurlond styrkja útbúgvingarsamstarv

Norðurlond styrkja útbúgvingarsamstarv
Tey átta Norðurlondini hava skrivað undir avtalu, ið skal gera tað lættari hjá fólki at flyta til og millum ES-londini fyri at arbeiða og lesa
Í framtíðini verður tað lættari hjá fólki í Norðurlondunum at flyta til og millum ES-londini fyri at arbeiða og lesa sambært nýggjari avtalu, ið varð undirskrivað fyrr í vikuni
 
06.11.2016 - 12:32

Norðurlond ætla at verða tey fyrstu í Evropa, sum góðkenna øll prógv hjá hvørjum øðrum, staðfestu norðurlendsku undirvísingarmálaráðharrarnir í felags yvirlýsing í Keypmannahavn í vikuni.

Tað merkir, at tað í framtíðini verður lættari hjá fólki í Norðurlondum at flyta millum londini fyri at arbeiða og lesa, og eisini at fáa atgongd til útbúgvingarstøð og størv í ES.

Hinvegin merkir tað eisini, at tað verður lættari hjá útlendingum at taka hægri útbúgvingar í Føroyum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, við Skúlablaðið.

Samstarv byrjaði í 2004

Tey átta Norðurlondini hava síðani 2004 samstarvað á útbúgvingarøkinum um at skipa mannagongdir fyri at góðkenna prógv hjá hvørjum øðrum, sambært blaðnum.

Við nýggju avtaluni er ætlanin, at góðkenningar skulu verða sjálvvirkandi. Tað vil siga, at tá eitt land hevur góðkent eitt prógv, verður tað sjálvvirkandi førleikagevandi í hinum londunum.

Tey átta Norðurlondini eru Føroyar, Danmark, Grønland, Ísland, Noreg, Finnland, Svøríki og Áland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860