Eingin støða tikin til leiðslubygnaðin

Eingin støða tikin til leiðslubygnaðin
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um Klaksvíkar Sjúkrahús
 
11.11.2016 - 08:23

Politisk støða er framvegis ikki tikin til leiðslubygnaðin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 

Tað kemur fram í svari frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Bjørn Kalsø, tinglim fyri Sambandsflokkin.

Bjørn Kalsø spurdi millum annað, um arbeitt verður við at broyta leiðslubygnaðin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og um arbeitt verður við at skerja tilbúgvingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Ein menningarætlan varð handað landsstýriskvinnuni í juni í ár, og arbeitt verður framvegis við enni.

Tí er politisk støða ikki tikin til tey ítøkiligu tilmælini um leiðslu og tilbúgving, sæst í svarinum frá Sirið Stenberg til Bjørn Kalsø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283