Samferðslan darvað av ringum veðri

Samferðslan darvað av ringum veðri
Fleiri leiðir á sjógvi og landi hjá Strandferðsluni avlýsa túrar í morgun, orsakað av ringa veðrinum
Fleiri oyggja- og bygdaleiðir avlýsa í morgun túrar, tí nógvur vindur er um landið
 
28.12.2016 - 07:57

Stilli í kjalarvørrinum á jólaódnini vardi ikki leingi. Í morgun eru fleiri leiðir hjá Strandfaraskipum Landsins avlýstar, tí so nógvur vindur er.

Tvær oyggjaleiðir - tað eru skipini hjá Strandferðsluni - hava í morgun avlýst siglingina. Tað eru Nólsoyarleiðin og Kalsoyarleiðin.

SÍ EISINI Aftur, aftur ódnarveður

Hesar bygdaleiðir koyra ikki í løtuni, nú tað aftur er ringt veður: 200, 201, 202, 400, 401, 410, 440 og leið 700, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

Strandferðslan væntar, at vindurin fer at minka út á fyrrapartin, og sigur tí, at onkrar ferðaleiðir kanska verða tiknar upp aftur seinni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846