Eftir 110 árum: Hendan fer nú í søguna

Eftir 110 árum: Hendan fer nú í søguna
Føroya Tele heldur, at tíðin er farin frá telefonbókini. Tann seinasta í røðini kemur út í summar
Telefonbókin fer nú í søguna. Hon er komin út í samfull 110 ár
 
04.01.2017 - 16:55

Tørvurin á telefonbókini er tódnaður burtur í lítið og einki. Tí sendir Føroyra Tele sína seinastu telefonbók til prentingar seinni í ár.

Tað sigur John Syderbø, marknaðar og vørustjóri hjá Føroya Tele, sum hevur staðið fyri útgávuni, í samrøðu við útvarpið.

Kostar 1,2 milliónir

Sostatt verður 110. telefonbókin hin allar seinasta, tá hon kemur út í summar. Upplagið er nógv minkað seinnu árini og fólk hava eisini frábiðið sær útgávuna.

Men dyrnar standa enn á gloppi fyri møguleikanum hjá fólki at umbiðja eitt avrit, eftir at seinasta telefonbókin kemur út í summar, sigur John Syderbø.

Tað kostar Føroya Tele umleið 1,2 milliónir um árið at prenta telefonbøkur til allar fastar linjur í Føroyum. Men tann sparingin fer ikki koma kundanum til góðar við lægri prísum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444