Brimil úr at gera

Brimil úr at gera
Brimil hevur úr at gera við at sleipa fiskifør til lands. Boð hava verið eftir Brimli tríggjar ferðir síðstu tvey samdøgrini
 
02.02.2017 - 08:16

Klokkan tvey í gjár boðaði trolbáturin Hansa Maria frá maskintrupulleikum. Hansa Maria var stødd norður úr Fugloynni.

Brimil kom til Hansu Mariu klokkan fýra og kom á Klaksvík við henni klokkan trý korter til tíggju í gjárkvøldið.

Triðja sleipið

Hetta var triðja sleipið hjá Brimli í tvey samdøgur, upplýsir Vørn.

Trolbáturin Búgvin boðaði mánakvøldið frá, at teir høvdu fingið trolið um skrúvuna. Teir vóru staddir á Skeivbanka.

Brimil kom til Búgvan um tveytíðina týsnáttina og sleipaði hann til Vestmanna, hagar skipini komu klokkan ellivu fyrrapartin týsdagin.

Bara fýra tímar millum sleip

Í gjáramorgunin klokkan fimm komu so boð frá skeljabátinum Norðheimi um, at teir høvdu maskintrupulleikar stutt suður úr Eystnesi.

Brimil var hjá Norðheimi longu klokkan sjey og sleipaði hann til Oyrar, hagar skipini komu klokkan tíggju fyrrapartin í gjár. 

Og fýra tímar seinni vóru so aftur boð eftir Brimli, hesa ferð frá Hansu Mariu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860