Varðhaldsfongslaður í tvær vikur

Varðhaldsfongslaður í tvær vikur
Ein maður er varðhaldsfongslaður tí hann skal hava sligið, sparkað og trampað ein annan mann í høvdið
 
09.02.2017 - 10:24

Ein maður, síðst í 20-unum, er varðhaldsfongslaður í tvær vikur í sambandi við eitt harðskapsmál í Havn týskvøldið

Maðurin varð handtikin um hálvgum seks tíðina fyrrakvøldið. Hann er skuldsettur fyri at hava framt harðskap móti einum manni síðst í 30-unum.

Skuldsetti skal hava sligið, sparkað og trampað hann í høvdið, so at neyðugt varð at flyta hann á Landssjúkrahúsið. Hetta er fyrsta harðskapsmál í ár.

Samanbera vit við sama tíðarskeið í fjør, so høvdu tá longu verið 15 harðskapsmál frá 1. januar til 8. februar, segði Heri Andreassen, vaktleiðari á politistøðini, við útvarpið í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860