Innferðarbann ikki sett í gildi

Innferðarbann ikki sett í gildi
Við trimum atkvøðum fyri og ongari ímóti tapti amerikanski forsetin, Donald Trump, hóskvøldið málið um at seta innferðarbannið til USA í gildi aftur
Ein kvinna og eitt barn mótmæltu herfyri í eini floghavn í USA eftir at amerikanski forsetin undan vikuskiftinum gjørdi greitt, at hann ætlar at nokta muslimum atgongd í USA
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
10.02.2017 - 08:54

Forsetin hevði við fyriskipan sett fyribils bann fyri, at borgarar í sjey muslimskum londum skuldu sleppa inn í landið. Ein lægri rættur hevði sett innferðabannið úr gildi.

Málið varð kært, og í gjár staðfesti ríkiskærurætturin úrskurðin um, at innferðarbannið ger seg inn á grundlógina og skal ikki setast í gildi aftur.

Fyribils bann sett úr gildi

Teir tríggir dómararnir siga í úrskurðinum, at stjórnin ikki hevur prógvað, at yvirgangshóttanir rættvísgera, at bannið skal setast í gildi aftur.

Úrskurðurin merkir, at fólk úr Iran, Irak, Libya, Somalia, Sudan, Sýria og Yemen, sum hava innferðarloyvi, framvegis sleppa inn í USA. Fyribils innferðarbannið, sum eisini rakti flóttafólk, er somuleiðis sett úr gildi, sambært dóminum.

Kærurætturin avvísti grundgevingina hjá stjórnini um, at forsetin hevur treytaleysan rætt at avgera tilflytarapolitikkin. Somuleiðis sigur rætturin, at "eingi prógv eru fyri, at nakar útlendingur frá londunum á listanum" hevur framt yvirgangsatsókn í USA.

SÍ EISINI Innfararbann elvir til øsing

- Øðrumegin hevur trygdin í landinum og møguleikin hjá forsetanum at seta politisk tiltøk í verk stóran almennan týdning, stendur millum annað í úrskurðinum.

Hinvegin hevur tað somuleiðis stóran almennan týdning, at fólk hava frítt at ferðast, at familjur ikki verða skildar sundur, og at mismunur ikki verður gjørdur, stendur í úrskurðinum, har niðurstøðan er, at fyriskipanin hjá Donald Trump, forseta ger seg inn á grundlógartryggjað rættindi.

Úrskurðurin fall ikki í góða jørð í Hvítu Húsunum. Donald Trump skrivaði beinanvegin soleiðis á Twitter: "Vit síggjast í rættinum! Trygdin í landi okkara er í vága!" Eftir øllum at døma endar málið nú í Hægsta rætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860