Nú verður Arbeiðseftirlitið sjálvstøðugur stovnur

Nú verður Arbeiðseftirlitið sjálvstøðugur stovnur
Uppskotið um at loysa Arbeiðseftirlitið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er komið í tingið
 
12.02.2017 - 10:22

Lógaruppskotið, um at Arbeiðseftirlitið skal verða sjálvstøðugur stovnur undir Samferðslumálaráðnum, er nú komið í tingið, og tað kemur til fyrstu viðgerð seinni í mánaðinum.

Brunaeftirlitið skal í framtíðini eisini vera partur av Arbeiðseftirlitinum. Brunaeftirlitið er í løtuni deild hjá Vørn, sum er stovnur undir Fiskimálaráðnum. 

Seinastu árini hevur Arbeiðseftirlitið verið partur av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið umsitur. 

Bindingin strikað

Sambært uppskotinum, sum Henrik Old, landsstýrismaður, hevur lagt fram, verður lógarfesta bindingin millum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Arbeiðseftirlitið strikað, soleiðis at Samferðslumálaráðið kann skipa Arbeiðseftirlitið sum sjálvstøðugan stovn.

Síðani landsstýrið varð skipað í 2015, hava bæði Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið tó víst til landsstýrismannin í samferðslumálum.

Við broytingini verða umsitingin av Arbeiðseftirlitinum og Brunaeftirlitinum løgd undir Samferðslumálaráðið. 

Hevur ikki verið raðfest

Henrik Old, landsstýrismaður, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at játtanin til Arbeiðseftirlitið hevur verið niðurraðfest seinnu árini, samstundis sum virksemið í samfelagnum er vaksið. 

Landsstýrið hevur tí hækkað játtanina til Arbeiðseftirlitið, og fer at raðfesta arbeiðsumhvørvið, verður sagt í viðmerkingunum. 

Uppskotið um at skipa Arbeiðseftirlitið sum sjálvstøðugan stovn undir Samferðslumálaráðnum hevur ikki verið til hoyringar. Málið fær fyrstu viðgerð í tinginum 23. februar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012