Vil røkja bæði størvini

Vil røkja bæði størvini
Nú hevur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, biðið býráðið um loyvi til at vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður í senn
 
13.02.2017 - 12:27

Á býráðsfundinum seinnapartin skal býráðið viðgera umsókn frá borgarstjóranum um at vera í fullum starvi sum borgarstjóri samtíðis sum hann er í løgtinginum.

 Fýra borgarstjórar vóru í løgtinginum, tá nývaldu býráðini høvdu skipað seg eftir kommunuvalið í fjør. Annika Olsen í Tórshavnar kommunu avgjørdi sjálv at fara úr løgtinginum, meðan hon er borgarstjóri. 

26. januar fekk Jógvan Skorheim loyvi frá býráðnum í Klaksvík at vera bæði, og 24. januar fekk Pauli Trond Petersen í Vestmanna loyvi frá bygdarráðnum har at vera borgarstjóri og løgtingsmaður í senn eins og í undanfarna valskeiði. 

Í farna valskeiði var Kristin Michelsen bæði borgarstjóri og løgtingsmaður. Í dag skal býráðið á Tvøroyri avgera, um hann kann tað eisini í hesum valskeiðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860