Ikki klárt at brúka pening móti ridluskriða

Ikki klárt at brúka pening móti ridluskriða
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur aftur svarað spurningi, sum Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, nú hevur sett honum tvær ferðir eftir nýggjár
 
05.04.2017 - 10:13

Enn er ikki klárt at brúka tær 600.000 krónurnar, sum løgtingið játtaði í fíggjarlógini fyri 2017 til at berja niður vandan fyri ridluskriða.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur aftur svarað spurningi, sum Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, nú hevur sett honum tvær ferðir eftir nýggjár.    

Svarið er tað sama, málið er ikki liðugt viðgjørt. 

Høgni Hoydal sigur, at umráðandi er, at Búnaðarstovan og landsdjóralæknin eru samd um, hvussu játtanin kann brúkast til at taka fleiri blóðroyndir av seyði og kanna aliseyð við tí endamáli at basa ridluskriða.

Búnaðarstovan og landsdjóralæknin eru samd um at gera eitt felags tilmæli til landsstýrismannin ein av fyrstu døgunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949