Nýggjur flokkur stovnast í Íslandi

Nýggjur flokkur stovnast í Íslandi
Ein blaðmaður í Íslandi tekur nú stig til at stovna ein politiskan flokk, ið sigur seg vilja gerast flokkurin hjá teimum, sum ikki verða hoyrd
 
12.04.2017 - 15:52

Íslendingar fáa nú ein nýggjan politiskan flokk, sosialistaflokkurin. Tað er redaktørurin á blaðnum, Fréttatíminn, Gunnar Smári Egilsson, ið hevur stovnað flokkin. 

Nýggi flokkurin er longu í gongd við at fáa fólk at tekna seg sum lim, og sambært heimasíðuni hjá flokkinum, er aðalmálið hjá flokkinum: Frælst samfelag, javnstøða, rættvísi og samhugi.

Óvist hvørjum vali byrjað verður við

Á facebookvanganum hjá nýstovnaða flokkinum skrivaði Gunnar Smári fyrradagin, at flokkurin fer av álvara til verka 1. mai, sum er altjóða arbeiðaradagur. 

Íslendska kringvarpið skrivar, at tað er ikki greitt, um flokkurin stillar upp til kommunuvalið, ella um flokkurin bíðar til altingsvalið, sum verður um trý ár.

Sosilistaflokkurin vil gerast pallurin hjá arbeiðarafjøldini, og hjá øllum í Íslandi, sum liva í fátækradømi, ikki kenna seg hoyrd ella eru hjálparleys. 

Hevur politiskar royndir frá fyrr

- Mótparturin hjá íslendska sosialistaflokkinum eru ríka mannfólkaveldið, og tey, sum gera eftir boðunum hjá mannfólkaveldinum, sigur Gunnar Smári Egilsson.

Umframt at verða kendur redaktørur á blaðnum, hevur Gunnar Smári eisini verið í politiskum stríði áður, tá hann almannakunngjørdi hugskotið fyri trimum árum síðani um, at Ísland skuldi strika sítt fullveldi og í staðin fara undir norskt vald. 

Hugskotið elvdi til heitt kjak, og eitt skifti vóru ætlanir um at stovna politiska rørslu, sum skuldi arbeiða fyri hugskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946