Páskasiðvenjurnar ymiskar kring heimin

Páskasiðvenjurnar ymiskar kring heimin
Páskirnar eru í dag ein kristin høgtíð, men at rulla páskaregg er ein heiðin siðvenja
 
17.04.2017 - 12:47

Páskaharan, gekkabrøv og eggjarulling.

Páskasiðvenjurnar eru ymiskar kring heimin.

Í dag er annar páskadagur.

Og í Føroyum er tað vanligt, at børn, og ivaleyst onkur vaksin, rulla páskaregg.

Páskirnar eru í dag ein kristin høgtíð, men at rulla páskaregg er ein heiðin siðvenja.

Hildið verður, at siðvenjan hevur sín uppruna í Týsklandi, har fólk í síni tíð trúðu uppá Eoster, sum er anglo-saksiska gudinnan fyri fruktabæri.

Eggið er ein ímynd av fruktabæri og heilsu, og tí rullaðu fólk egg eftir jørðini fyri at betra um ávøkstin.

Tá ið kristindómurin kom til Evropa var Jesu uppreisn sameind við gomlu heidnu siðvenjurnar.

Tí er tað, at kirkjugongd og eggjarulling ganga hond í hond hesa tíðina á árinum.

Summi hava samanborið eggið við grøvina, sum Jesus breyt út úr triðja dagin.

At rulla páskaregg er vanligt í flestu londum í vesturheiminum.

Eitt nú rullaði amerikanski forsetin Donald Trump páskaregg á grasvøllinum uttanfyri hvítu húsini á árligu White House Easter Egg Roll fyri løtu síðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846