Ferðafólkagjald í Mykinesi elvir til fyrispurning

Ferðafólkagjald í Mykinesi elvir til fyrispurning
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr løgmann, um hann fer at gera álvara av ætlanini at tryggja fóki rætt at ganga í haganum.
Mykines bygd
Mynd: Savnsmynd  
 
21.04.2017 - 15:02

Samtyktin á grannastevnu í Mykinesi um at ferðafólk, ið fara út um bøgarðarnar, skulu gjalda, er nú komin í Løgtingið sum fyrispurningur til løgmann frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Hon vil hava at vita, um Aksel V. Johannesen fer at gera álvara av ætlanini at tryggja fólki rætt at ganga í haganum, sum hann nevndi í løgmansrøðuni í fjør, tá hann umrøddi stjórnarskipanina.

Girðingarlógin

Løgmaður verður eisini spurdur, um hann ætlar at seta girðingarlógina frá 1937 úr gildi, um hann ætlar at dagføra hana og um munur fer at verða gjørdur á føroyingum og útlendskum ferðafólki.

Elsebeth Merdedis Gunnleygsdóttir sigur, at tað neyvan fer at hava stóran týdning fyri tann einstaka, um gjaldið einans verður kravt í Mykinesi. Nakað annað er, um onnur fara at gera tað sama, ella um bøndur fara at gera sum ein ognari norðanfyri og lýsa við, at fólki verður noktað at fara í hagan, sigur hon.

At ganga túr í haganum er vorðið væl umtókt seinastu árini, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og vísir á tann "allemandsret", sum er í Noregi og Svøríki, og sum gevur fólki rætt til frítt at ganga í náttúruni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444