- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klára ikki at gjalda
Kravið hjá Landsverki móti TG Verki er eitt krav móti einum felag, ið ongan møguleika hevur at gjalda alla upphæddina, skuldi gerðarætturin givið Landsverk fult viðhald.
Ein gjøgnumgongd av krøvunum í føroya størsta gerðarættarmáli vísir, at Landsverk neyvan fær meira enn ein triðing av kravdu 86 milliónunum innaftur, sum stovnurin biður Løgtingið um at leggja út, til Føroya størsta gerðarættarmál er avgreitt.
SÍ EISINI Nógvar atfinningar um byggingina
Kanst tú leggja út fyri ein, sum tú frammanundan veit, ongan møguleika hevur at gjalda pengarnar aftur?
Spurningurin er aktuellur, nú Landsverk - umvegis Mentamálaráðið - biður Løgtingið um at leggja út tær 86 milliónir krónurnar, IÐ skulu til fyri at gera skúladepilin í Marknagili lidnan.
Landsverk hevur vónir um at fáa 86 milliónir krónur aftur, tá gerðarætturin er liðugur at viðgera stóra trætumálið við TG Verk, sum fór av byggiplássinum í fjørheyst. Men gerðarættarmálið verður ikki avgreitt, áðrenn bygningurin skal takast í nýtslu eftir summarfrítíðina næsta ár.
SÍ EISINI 113,5 milliónir afturat til Glasir
Tí vil Landsverk hava Mentamálaráðið at biðja Løgtingið um at leggja pengarnar út. Og tí eitur upphæddin eitt "útlegg" í tí lógaruppskoti, sum Rigmor Dam bar í Løgtingið í vikuni og sum kemur til 1. viðgerð fríggjadagin.
Av teimum 86 milliónunum, sum Landsverk biður Løgtingið um at leggja út, væntar stovnurin at fáa tær 76 milliónirnar innaftur frá TG Verki. Hinar 10 milliónirnar skulu koma innaftur frá tryggingarfelagnum, AXA, har projekttryggingin fyri Marknagilsdepilin er teknað.
Av teimum 76 milliónunum, sum Landsverk krevur TG Verk eftir, eru 55 milliónir krónur defineraðar sum dagbøtur. TG Verk skal gjalda fyri ikki at hava gjørt sítt arbeiði liðugt, áðrenn felagið fór av byggiplássinum í fjørheyst.
SÍ EISINI Málið ikki liðugt í ár
Írestandi 21 milliónirnar í kravinum frá Landsverki er bankatrygdin, sum TG Verk setti, tá felagið skrivaði undir sáttmálan við Landsverk um flestu arbeiðstøkurnar í Marknagili. Bankatrygdin er 15 prosent av sáttmálaupphæddini hjá TG Verk.
Men hvat er tað so fyri eitt felag, ið sambært Landsverki skal gjalda 76 milliónir krónur aftur til Landsverk, tá gerðarætturin einaferð kemur til eina niðurstøðu, møguliga síðst í 2018 ella fyrst í 2019?
TG Verk er eitt føroyskt smápartafelag við 500.000 krónum í partapeningi. Eigarin er íslendski Torvaldur Gissurarson, sum eisini eigur aðrar byggifyritøkur. Men sami Torvaldur eigur føroyska smápartafelagið TG Verk sum einkultpersónur. Har er eingin útlendsk byggifyritøka aftanfyri.
SÍ EISINI Nýggj tíðarætlan: Glasir liðugur á sumri '18
Sambært nýggjasta roknskapinum fyri smápartafelagið TG Verk, sum er fyri 2015, er eginognin í felagnum 21,7 milliónir krónur.
Men sambært skjølunum í umfatandi gerðarrættarmálinum hevur felagið samstundis stórar upphæddir útistandandi í Marknagili. TG Verk hevur krav móti Landsverki fyri ógoldnar fakturar, og upphæddin er heili 22,8 milliónir krónur.
Tær stívliga 23 milliónirnar metir TG Verk seg eiga til góðar hjá Landsverki. Landsverk, harafturímóti, metir einki hald vera í hesum kravi - og noktar tí at gjalda hesar 23 milliónirnar.
SÍ EISINI Arbeiðið aftur seinkað
Taka vit tí sum dømi, at Landsverk fær fult viðhald í gerðarrættarmálinum, so missir TG Verk hesar 23 milliónirnar í væntaðari inntøku fyri arbeiði í gerð.
TG Verk veitti sum nevnt bankatrygd fyri 15 prosentum av sáttmálaupphæddini í Marknagili. Tí hevur felagið sett av 21 milliónir. Men hesir pengarnir eru samstundis at rokna sum eginpeningurin í felagnum.
Vinnur Landsverk gerðarrættarmálið, so fær Landsverk rætt til bankatrygdina hjá TG Verki - og so er føroyska smápartafelagið tómt fyri virði.
SÍ EISINI Eykajáttanin til Glasir tikin aftur
Út frá hesum fáu lyklatølum ber til at gera ta niðurstøðu, at Landsverk - fær stovnurin fult viðhald í gerðarættinum - neyvan kann rokna við at fáa stórt meira enn 20 milliónir krónur frá TG Verki, umframt 10 milliónir frá tryggingarfelagnum, AXA.
Tað gevur góðar 30 milliónir - svarandi til ein góðan triðing av tí upphædd, sum stovnurin biður Løgtingið um at leggja út, til gerðarætturin hevur avgreitt málið. Høgni Lauritsen, stjóri í TG Verki, vil ongar viðmerkingar gera til tølini um TG Verk.
Men í drúgvum og hvassorðaðum hoyringarsvari til lógaruppskotið hjá Rigmor Dam skrivar stjórin beinleiðis, at sjálvt høvuðsgrundarlagið undir lógaruppskotinum er skeivt.
SÍ EISINI Løgtingskvinna: Steðgið byggingini
Talan er absolutt ikki um nakað útlegg - men eina eyka útreiðslu, sum fer at gerast uppaftur størri, sambært Høgna Lauritsen. Byggifyritøkan hevur í sínum lagt sett krøv móti Landsverki fyri góðar 72 milliónir krónur.
TG Verk boðar Løgtinginum frá, at fleiri krøv koma afturat. Men eftir stendur somuleiðis - at TG Verk sambært roknskapinum hjá smápartafelagnum sjálvum, ongan møguleika hevur at gjalda 76 milliónir krónur aftur til Landsverk.
Tí endar søgan, har hon byrjaði - við spurninginum um tað ber til at leggja út fyri ein, sum ongan møguleika hevur at gjalda pengarnar aftur?