Útflutningurin vaks 250 mió. fyrsta ársfjórðing

Útflutningurin vaks 250 mió. fyrsta ársfjórðing
Sild og makrelur gera stóran mun í úflutningstølunum
Makrelurin gav 162 mió. kr. meira í ár og sildin 120 mió. kr.
 
19.05.2017 - 15:07

Føroyar útfluttu fyri 2,2 mia, kr. í fyrsta ársfjórðingi í ár.

Tað eru 250 milliónir meira enn í fjør.

Sambært Hagstovuni gera sild og markrelur stóran mun í ár. Makrelurin gav 162 mió. kr. meira í ár og sildin 120 mió. kr.

Útflutningurin av laksi er vaksin í virði, men nøgdin er minkað nakað, so prísurin er betri í ár. 

Alilaksur 40 prosent

Alilaksur var oman fyri 40 prosent av føroyska útflutninginum í fyrsta ársfjórðingi. Laksur varð útfluttur fyri 895 mió. kr. 

Innflutningurin í fyrsta ársfjórðingi var nakað minni enn útflutningurin.

Vit innfluttu sambært Hagstovuni fyri eina milliard og 850 milliónir krónur, tað er fyri 350 milliónir minni enn vit útfluttu fyri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860