Greinari: Laksaprísurin fellur

Greinari: Laksaprísurin fellur
Alivinnan má brynja seg til lægri prísir í ár - eisini næsta ár. Bæði norskir alarar og alarar í Chile fara at taka meira laks seinna hálvár
Nú eru útlit til at prísurin á laksi fer at lækka aftur, væntar norskur greinari
 
13.06.2017 - 15:50

Tað eru greiðu boðini hjá norska greinaranum, Kolbjørn Giskeødegård. Fyri nøkrum árum síðani hildu fólk tað vera nógv, tá tosað varð um ein laksaprís sum var 50 norskar krónur fyri kilo, men hann fór væl uppum tað.

Nú eru útlit til at prísurin fer at lækka aftur, og hann metir at prísurin fer at lækka úr meir enn 60 krónum, niður í 53 krónur fyri kilo í heyst, og síðani niðurum 50 krónur fyri kilo, næsta ár og í 2019.

Prísurin á feskum aldum norskum laksi kom í juli í fjør upp í næstan 71 krónur fyri kilo. Orsøkin til príslækkingina nú er, at bæði norskir alarar og alarar í Chile fara at taka nógv meir laks seinna hálvár.

Norsku alararnir boða frá, at norski laksurin er nógv betri fyri, enn hann hevur verið seinastu tvey árini, tá serliga laksalúsin gjørdi nógv um seg. Tí verður summarið avgerandi fyri, hvussu stórt útboðið av aldum laksi verður, sigur Giskeødegård.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860