10 umsóknir til stjórastarvið

10 umsóknir til stjórastarvið
Nógv eru um boðið at taka við eftir Hanus Joensen sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn
 
21.06.2017 - 08:02

Nógv eru um boðið at taka við eftir Hanus Joensen sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn. Mentamálaráðið hevur fingið tíggju umsóknir um skúlastjórastarvið.

Hanus Joensen, sum hevur verið skúlastjóri, fyrst í Tórshavnar kommunuskúla og síðani í Skúlanum á Fløtum, gevst í summar fyri aldur. 

Skúlin á Fløtum er Tórshavnar kommunuskúli og Venjingarskúlin, sum vórðu lagdir saman á nýggjárinum í 2015. Skúlin á Fløtum er størsti fólkaskúli í Føroyum.

Mentamálaráðið søkti eisini eftir fyrstalærara til skúlan í Hósvík og fyrstalærara til skúlan í Hvalvík. Níggju hava søkt um starvið í Hósvík og fimm í Hvalvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444