Her verður útfyllingin á Sundi

Her verður útfyllingin á Sundi
Grót úr Eysturoyartunlinum skal brúkast til at víðka vinnuøkið á Sundi. Sí her, hvar nógv umrødda grótið úr tunlinum fer
Grøna økið, merkt B1 á myndini, er økið á sjógvi á Sundi, ið verður fylt upp við gróti úr Eysturoyartunlinum
Mynd: Tórshavnar kommuna/kortal.fo  
 
21.06.2017 - 15:01

Tað er ikki farið stillisliga aftur við borðinum, at grót úr Eysturoyartunlinum streymoyarmegin skal brúkast til at víðka um vinnuøkið á Sundi.

Kaldbaksfólk hava mótmælt ætlanini, men higartil til fánýtis: Arbeiðið, at víðka vinnuøkið á Sundi, heldur fram sum ætlað, er greitt eftir býráðsfund týskvøldið.

Grøna økið, frámerkt B1 á loftmyndini niðan fyri her, er økið á sjógvi, har grótið úr Eysturoyartunlinum, ið kemur upp streymoyarmegin, verður fylt við gróti.

Klikka á myndina fyri fulla stødd

(Klikka á myndina fyri fulla stødd)

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, fekk herfyri ein kæru um Tórshavnar kommunu. Kæran varð skrivað og samtykt á borgarafundinum í Kaldbak.

Fólk í Kaldbak vilja ikki, at kommunan ger eitt vinnuøki á Sundi. Tórshavnar kommuna legði ikki uppskotið um vinnuøkið fyri Kaldbaksnevndina í 2016.

Í einari yvirlýsing, sum varð gjørd á borgarafundinum í herfyri, verður framferðin hjá Tórshavnar kommunu átalað. Nærum øll fólk í Kaldbak mótmæltu í januar í ár ætlanini um at gera vinnuøki á Sundi, varð sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860