Orðingin má broytast

Orðingin má broytast
Tað verður ov dýrt og tíðarkrevjandi at umsita kunngerðina um rottutýning, um eitt brot í henni ikki verður strikað
 
26.06.2017 - 16:15

Tað sigur Vinnuhúsið í sínum hoyringarsvari um uppskotið um kunngerðina hjá Innlendismálaráðnum.

Fyri at forða fyri, at rotta kemur í tær oyggjar, har eingin rotta er, stendur í uppskotinum, at vøra og farmur, sum skal sendast til rottufría oyggj, skal vera nýpakkað og má ikki goymast úti.

SÍ EISINI Gamla kunngerðin dagførast

So stendur eisini, at avskiparin skal skrivliga leggja váttan við, at vøran er eftirkannað fyri rottu síðstu tveir tímarnar undan avskipan. Tað er hetta, sum Vinnuhúsið vil hava strikað.

Vinnuhúsið sigur, at flestu førum verða sendingar gjørdar til reiðar í góðari tíð á rottufríum goymslum. Summar fyritøkur hava eitt ótal av sendingum hvønn dag. 

Skal ásetingin í kunngerðini um skrivliga váttan og tveir tímar haldast, fer umsitingarliga byrðan at vaksa bæði í tíð og pengum.Og so verður dýrari at flyta vøru og farm til rottufríu oyggjarnar. Tær eru sjey í tali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846