Merkel framgongd undan valinum

Merkel framgongd undan valinum
Týski samveldiskanslarin hevur rættiliga fingið vind í seglini uppundir valið til samveldistingið, sum verður í Týsklandi 24. september
Tað gongur framá hjá Angelu Merkel, uppundir valið til samveldistingið í Týsklandi
 
20.07.2017 - 10:30

Ein nýggj meiningakanning vísir, at báðir stjórnarflokkarin, CDU, sum Angela Merkel er forkvinna í, og hin stjórnarflokkurin, CSU, hava framgongd og standa til at fáa 40 prosent av atkvøðunum.

Sostatt hevur Merkel rættuliga fingið vind í seglini, tí størsti andstøðuflokkurin, Sosialdemokratarnir, standa til at fáa 22 prosent, sum er minni enn á valinum fyri fýra árum síðani.

Manfred Gúllner, sum stóð fyri kanningini, sigur seg ivast stórliga í, um Sossialdemokratiski flokkurin klárar at fáa flokkin hjá Angelu Merkel aftur, undan valinum, sum verður 24. september.

Hóast nógvar ákoyringar, bæði í spurninginum um trygdina í landinum og um nógvu fólkini sum koma til Týsklands, so er ikki líkt til, at veljararnir hava mist álitið á Angelu Merkel, eru eygleiðarar samdir um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860