Uttanríkisráðharri: ES trýstir Bretland

Uttanríkisráðharri: ES trýstir Bretland
ES hevur kravt, at Bretland skal halda sínar skyldur mótvegis ES, sum landið hevur verið við til at samtykkja
 
20.07.2017 - 11:48

Talan er um undirstøðukervið, landbúnaðarstuðul, pensjónir til starvsfólk í ES og annað. Talan er um eina upphædd, sum kann gerast til 100 milliardir evrur.

Ikki fyrr enn Bretland hevur játtað at vera við í tí, kunnu veruligu samráðingarnar um Brexit byrja. Tað upplýsir Boris Johnson, uttanríkisráðharri.

Hann legði aftrat, at talan er um at trýsta Bretland til nakað sum er óveruligt, og tað kemur ikki upp á tal at rinda pengarnar, gjørdi hann greitt.

Vilja vera í innara marknaðinum

Boris Johnson, sum var borgarstjóri í London, var millum teirra, sum mæltu til, at Bretland fór úr ES, men hann viðgekk seinni, at ongar veruligar ætlanir vóru aftanfyri kravið.

Hann viðgongur nú, at heldur eingin verulig ætlan finst, ið skal leiða Bretland fram á leið, um samráðingarnar við ES enda úrslitaleysar. Seinni boðaði skrivstovan hjá Theresu May frá, at greiðar ætlanir eru fyri framtíðina hjá Bretlandi.

Bretland leggur í samráðingunum stóran dent á framhaldandi at vera partur av innara marknaðinum í ES, eftir Brexit. Hesa vikuna er eitt samráðingarumfar ímillum Bretland og ES, og tað skal eftir ætlan enda í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012