Granskarar kanna ferðina hjá kjógvanum

Granskarar kanna ferðina hjá kjógvanum
Kjógvin, sum um summarið heldur til í Føroyum, er í Vesturafrika og eystursíðuni á Suðuramerika um veturin.Tað vísa nýggjar kanningar.
 
22.07.2017 - 10:29

Í fjør vóru sonevndir ljósloggarar festir á 30 kjógvar í einum bøli í Fugloy. Í summar eydnaðist at fanga 20 av fuglunum aftur.

Endamálið var at finna út av, hvar kjógvin ferðast, tá ið hann ikki er í Føroyum.

Tað eydnaðist væl og fyribilsúrslitini vísa, at kjógvarnir hava í vetur verið út fyri afrikansku strondini. Eisini vísti tað seg, at onkrir av kjógvunum hava verið út fyri syðra partin av suðuramerikansku strondini.

Talan er um eina langa farleið hjá kjógvunum, sum viga sum ein hálvur mjólkapakki. Kjógvin verður ofta meir enn 25 ára gamal, og tað tíðina flýgur hann ein tein, sum svarar til eina ferð frá jørðini til mánan og aftur.

Ljósloggarar er eitt stórt frambrot í gransking av fuglum og øðrum djórum sum ferðast langa leið. Tøknin er somikið lítil, at hon kann festast á beinið á einum kjógva, uttan at vera til stórvegis ampa fyri fuglin.

Longu áðrenn hesa kanningina við ljósloggarum høvdu granskarar varhugan av, at kjógvin er ein av okkara fremstu flytifuglum.

Kjógvar, ringmerktir í Føroyum, hava verið sæddir í Suðurafrika og ein forvitnislig fráboðan kom í 2012 úr Uruguay. Vitanin sum higartil hevur verið um ferðingina hja føroyska kjógvanum er, í høvuðsheitum, komin frá ringmerkingum. Tær eru oftast av deyðum fugli, og tí er vitanin avmarkað.

Kjógvin kemur trúliga aftur til sama reiðurstað. Tí kundu granskarar fara út aftur til Fugloyar í ár, og finna teir flestu fuglarnar í sama øki sum teir vóru í fjør. At tað eydnaðist at fanga 20 kjógvar aftur í ár, verður mett sum góð úrtøka.

Fleiri granskarar hava verið við til at kanna ferðina hjá kjógvanum, upplýsa Søvn Landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860