Kommunufelagið viðger bústaðarneyðina

bannari
Kommunufelagið viðger bústaðarneyðina
Skulu kommunurnar byggja leigubústaðir, krevst ein lóg, sum stýrir økinum og regulerar tað, sigur stjórin í Kommunufelagnum 
Eyðun Christiansen er stjóri í Kommunufelagnum
 
25.07.2017 - 10:42

Kommunufelagið fer nú at viðgera bústaðarneyðina í Føroyum.

Trupulleikin er settur á skránna fyri næsta stýrisfund hjá felagnum, sum verður 1.september.

Í gjár segði Jógvan Skorheim, løgtingsmaður og borgarstjóri í Klaksvík, at besti mátin at loysa trupulleikan er at loyva kommununum at byggja íbúðir at leiga út. 

Sjálvstýri fer at leggja uppskot um tað fyri løgtingið eftir ólavsøku. 

Uppskotið skal geva kommunum heimild at bjóða fólki aðrar møguleikar enn grundstykki.

Ikki kommunal uppgáva

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur, at tað er ikki ein kommunal uppgáva at leiga bústaðir.

Skulu kommunurnar gera tað, krevst ein lóg, sum stýrir økinum og regulerar tað. 

Hóast eingin lóg beinleiðis forðar kommunum at byggja og leiga út, so eru nógv atlit at taka. 

Kommunur kunnu ikki reka vinnuligt virksemi, og tær mugu ikki gera mun á fólki í kommununi.

Haraftur kemur kappingin við privatar útleigarar. 

Kommunurnar vilja eisini hava tøl, sum siga, hvussu stórur veruligi tørvurin er á leigubústøðum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537