Hava avhoyrt bilføraran

Hava avhoyrt bilføraran
Bilurin, sum fór oman av vegnum í Søldarfirði, varð tikin upp í gjárkvøldið
 
11.08.2017 - 08:02

Maðurin, sum koyrdi treylaran, sum fór oman av vegnum í Søldarfirði seinnapartin mikudagin, er nú avhoyrdur.

Óhappið hendi, tá treylarin, maðurin koyrdi, fór yvir í vinstru akbreyt, har ein annar stórur lastbilur kom koyrandi.

Treylarin, sum fór útav, bar við lastbilin og fór síðani oman av vegnum í ein garð, bara fimm metrar frá einum sethúsum.

Bingjan og vognurin vórðu tikin upp mikukvøldið.

Sjálvur bilurin varð tikin upp í gjárkvøldið. 

Tað arbeiðið vardi góðar tveir tímar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949