Stakkari legði Sam í Havn

Stakkari legði Sam í Havn
Alpha Pilot siglir í Kalsoynna fyribils, tí Sam hevur tekniskt brek
Sam er ikki í Syðradali í morgun, tí hann liggur í Havn.
 
23.08.2017 - 07:03

Strandfaraskipið Sam liggur við ísmolan í Havn í morgun og ikki í Klaksvík sum hann plagar.

Vegna tekniskt brek siglir hann ikki, men Alpha Pilot siglir í Kalsoynna í staðin, boðar Strandferðslan frá.

Sam skuldi hava ein sokallaðan stakkara um borð í Krókinum á eystaru bryggju í Havn í nátt. 

Ein stakkari verður brúktur í havnum til at flyta bingjur og lyfta tær upp á pláss, stápla tær.

Stakkarin skuldi til Klasvíkar.

Men okkurt gekk ikki sum tað skuldi, tá stakkarin skuldi um borð á Sam.

Júst, hvat hendi, hevur ikki borið til at fingið at vita nú í morgun.

Men hendingin gjørdi, at Sam liggur framvegis í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860