Hevur skrivað út val

Hevur skrivað út val
Íslendarar skulu helst til val í november
 
15.09.2017 - 18:40

Íslendski forsætisráðharrin Bjarni Benediktson hevur skrivað út val.

Tað skrivar Reuters


Orsøkin er, at flokkurin Bjørt framtíð tók seg úr stjórnini í gjár og eftir hetta vóru bara Sjálvstæðisflokkurin og Viðreisn eftir í samgonguni.

Kreppan er komin í , tí formaðurin í Bjartari framtíð, Óttarr Proppé kann ikki góðtaka, at pápi Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, hevur skrivað undir eitt bræv, sum viðmælir, at ein maður, ið er dømdur fyri at gera seg kynsliga inn á barn, verður reinsaður.

Tað er álitisbrot, at forsætisráðharrin ikki hevur boðað stjórnini frá hesum, áðrenn tað frættist í fjølmiðlunum, sigur Óttarr Proppé við islendskar miðlar.

Altingsval verður væntandi í november, sigur Bjarni Benediktson

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902