TAKS hevur enn ikki skilt Skattamálið

TAKS hevur enn ikki skilt Skattamálið
Astrup: Tað er skeivt, tá Eyðun Mørkøre sigur, at upplýsingarnir, sum TAKS fekk í 2016, vóru óviðkomandi fyri endaligu avgerðina í "skattamálinum"
 
01.10.2017 - 17:17

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, segði í Degi & Viku týskvøldið, at upplýsingarnir, sum TAKS fekk aftaná, at Fíggjarligt Støðufesti varskógvaðu føroyskar myndugleikar um málið, vóru óviðkomandi fyri málið.

Hetta hevur Jørn Astrup Hansen - fyrrverandi stjóri og nevndarlimur í Eik Banka - ilt við at skilja.

Tí í endaligu avgerðini hjá TAKS í málinum verður víst júst til upplýsingar, sum TAKS fekk í 2016.

- Seks ferðir - eg endurtaki, SEKS ferðir - vísir TAKS í síni endaligu niðurstøðu til upprit frá grannskoðarunum og Fíggjarligum Støðufesti. TAKS kendi ikki nakað av hesum uppritunum, tá TAKS í juni 2015 játtaði Eik Banka at viðgera yvirtikna hallið sum skattligt goodwill, sigur Jørn Astrup Hansen.

- Vóru hesi uppritini óviðkomandi, soleiðis sum Eyðun Mørkøre (stjóri á TAKS) sigur, hví vísir TAKS á uppritini í síni niðurstøðu, spyr Jørn Astrup Hansen.

Sambært Jørn Astrup Hansen er einki skil í frásagnini hjá TAKS um, at Eik Banki hevði rætt til skattafrádrátt fyri goodwill, men at virði á hesum frádrátti var 0 krónur.

Tað er bert ein staðfesting av, at TAKS enn ikki skilur málið, vil fyrrverandi bankastjórin vera við. 

- At tosa um goodwill fyri 0 krónur er beinleiðis møsn, sigur Jørn Astrup Hansen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846