Fara 1387 krónur upp í løn í alt

Fara 1387 krónur upp í løn í alt
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið eru samd um sáttmála. Lønin hækkar 633 krónur um mánaðin fyrra árið og 754 krónur afturat seinna árið.
 
13.10.2017 - 12:41

Øll starvsfólk, sum eru lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum í landsins tænastu, fáa 633 krónur meira um mánaðin alt fyri eitt.

1. oktober næsta ár hækka mánaðarlønirnar 754 krónur afturat.

Kringvarpið hevur fingið fatur í sáttmálanum, sum verður undirskrivaður nú klokkan eitt.

Tað vil siga, at øll, sum eru lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, hava fingið 1387 krónur afturat um mánaðin 1. oktober næsta ár.

Kringvarpsfólk fáa meira

Tíðindafólkini í Kringvarpinum fluttu ein lønarbólk upp fyri tveimum árum síðan.

Nú eiga teknikarar, tekstarar og skráfólk í Kringvarpinum tørn.

Tey flyta úr lønarflokki 6 upp í lønarflokk 7.

Eisini landmálsteknikarar á Umhvørvisstovuni flyta í lønarflokk seks við starvsaldur.

Álitisfólk fáa eisini meira í sín part, slakar 500 krónur um mánaðin.

Sáttmálin verður sum sagt undirskrivaður í fíggjarmálaráðnum klokkan eitt.

Súni Selfoss, sum er formaður í Starvsmannafelagnum, vildi ikki gera samrøðu, áðrenn sáttmálin er undirskrivaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860