Kirkjan á Glyvrum skal flytast

Kirkjan á Glyvrum skal flytast
Nýggja kirkjan, sum skal byggjast á Glyvrum, verður flutt nakað oman í lendið, eru kirkjuráðið og byggi-og býarskipanarnevndin í Runavík samd um
 
31.10.2017 - 11:32

Nýggja kirkjan, sum skal byggjast á Glyvrum, er alt ov høg eftir byggisamtyktini fyri økið. 

Byggisamtyktin loyvir kirkjubygging við Glyvraveg, men mesta loyvda hæddin er 8,5 metrar. Nýggja kirkjan verður 21 metrar høg vestanfyri og 17 metrar eystanfyri.

Men nú er semja um at flyta kirkjuna.

Flyta kirkjuna vestureftir

Hans Jacob Lamhauge, formaður í kirkjuráðnum á Glyvrum, var við, tá kirkjuráðið og byggi- og býarskipanarnevndin hjá Runavíkar kommunu fundaðust um málið.

- Tað var í lagi, vit kunnu flyta hana longur vestureftir og lækka hana eitt sindur. Kirkjan skal ikki blíva minni, men hon fer longur niður í lendið, sigur Hans Jacob Lamhauge.

Eftir gomlu tekningini var kirkjan 18 metrar frá vegmiðjuni, men nú verður hon 20 metrar frá vegkantinum, og tornið fer at stinga einar 10-12 metrar upp um veghæddina. Tað krevur ongar broytingar í tekningum.

Hans Jacob Lamhauge, formaður, er nøgdur, tí nýggja kirkjan fer framvegis at síggjast betri frá vegnum, enn hon ger nú.

Skal fyrst samtykkjast

Nýggja staðsetingin av kirkjuni er tó ikki galdandi, fyrr enn býráðið í Runavík hevur samtykt hana.

Kirkjan við Glyvraveg verður 1.140 fermetrar til støddar. Honvarð mett at kosta 60 miljónir krónur, tá hon varð boðin út fyri 10 árum síðani.

Og gongst sum ætlað, verður spakin settur í tíðliga í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444