Føroysk læknalesandi fáa framíhjárætt

Føroysk læknalesandi fáa framíhjárætt
Nú fáa føroysk læknalesandi í Danmark frammihjárætt at søkja sonevndu KBU-størvini í Føroyum - tað sum fyrr kallaðist turnus.
 
10.11.2017 - 18:16

Tað hevur verið eitt ynski frá bæði landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, og føroyska heilsuverkinum um at broyta verandi skipan soleiðis, at teir føroyingar, sum hava lokið kandidatprógv í læknafrøði, fáa framíhjárætt at søkja tey umleið 10 KBU útbúgvingarstørvini, sum eru á Landssjúkrahúsinum árliga.

Tað er nú eydnast og føroysk læknalesandi í Danmark, fáa nú frammihjárætt at søkja sonevndu KBU-størvini í Føroyum. KBU er stytting fyri Klinisk basisuddannelse og er tað, ið fyrr kallaðist turnus.

Landssjúkrahúsið tekur inn tvær ferðir árliga, fimm hvørja ferð.

“Hetta er ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri læknar at starvast í føroyska heilsuverkinum. At knýta bond við læknar undir útbúgving økir um møguleikan fyri at hesir velja Føroyar aftur seinni á síni starvsleið”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í tíðindaskrivi. 

Sum er eru føroyingar saman við dønum við í lutakasti um KBU plássini í Føroyum. Føroyar er eitt vælumtókt útbúgvingarstað og stórur eftirspurningur er eftir at taka KBU-skeiðið í Føroyum. Tað hevur ta avleiðing, at fleiri føroyingar, sum lesa í Danmark, ikki sleppa til Føroyar í KBU-starv, hóast tey ynsktu tað.

Semja er nú fingin í lag við danskar myndugleikar, hevur við sær, at í framtíðini fer føroyska heilsuverkið at lýsa KBU-størvini leys í Føroyum, sum føroyskir læknar útbúnir í Danmark kunnu søkja. 
Tey størv, ið verða sett í tilgongdini, eru ikki partur av vanliga lutakastinum. Hinvegin verða tey KBU-størv, sum ikki verða sett, lutað út eftir somu mannagongd, sum í dag.

Sum dømi verður nevnt, at um bert tríggir skikkaðir umsøkjarar eru til tey fimm KBU-størvini, sum verða lýst leys, so verða hini bæði útbúgvingarstørvini við í vanligu KBU-skipanini, sum føroyingar framvegis eru ein partur av.
Skipanin verður óbroytt fyri tey læknalesandi, sum eru í útbúgving aðrastaðni enn í Danmark.

Miðað verður eftir, at teir fyrstu læknarnir kunnu byrja í nýggju skipanini á heysti í 2018, stendur í tíðindaskrivinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860