Útskriva sjúklingar á Klaksvíkar Sjúkrahús

Útskriva sjúklingar á Klaksvíkar Sjúkrahús
Stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, sigur, at umleið 15 sjúklingar verða útskrivaðir sum avleiðing av verkfallinum
 
10.11.2017 - 12:48

Í morgun boðaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá, at verkfallið verður herðað mánamorgunin. Hetta rakar skurð-seingjardeildina á Landssjúkrahúsinum og seingjardeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Ein avleiðing av verkfallinum er tí, at allir sjúklingar, sum kunnu útskrivast av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, verða útskrivaðir. Stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, sigur, at tað er ein sera keðilig støða fyri sjúklingarnar. 

- Vit hava tikið ta støðu, at vit mugu faktisk skriva so nógv fólk út, at tað eru kanska 5-7 sjúklingar eftir, sum tað ikki ber til at útskriva. Vit mugu hava opið fyri bráðfeingissjúklingum. Hesar útskrivingar eru ikki bara í Norðuroyggjum, men tær eru eisini til Eysturkommunu og Suðurstreym.  

Sjúkrahússtjórin greiðir frá, at nógvir sjúklingar kunnu tó ikki fara heim, og tí mugu sengur á røktarheimum lænast, og hann væntar at heimahjálpin hjálpir til í støðuni.

Harafturat fer Klaksvíkar Sjúkrahús at venda sær til sjúkrarøktarfelagið og biðja um undantaksloyvi, soleiðis at onkur er á vakt allatíð. 

- Alt í alt, so er tað ræðuliga, ræðuliga keðiligt, sigur Heri Ellingsgaard um støðuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og leggur aftrat, at hann vónar, at tað kemur glið á samráðingarnar skjótt. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860