Jørgen: Miðflokkurin neyvan í "LGBT-samgonguna"

Jørgen: Miðflokkurin neyvan í "LGBT-samgonguna"
Formaðurin í Fólkaflokkurin hevur ilt við at trúgva, at Miðflokkurin fer at vera partur av "LGBT-samgonguni"
- Hetta er tað mesta av fólki, sum eg havi sæð á landsfundi, sigur Jørgen Niclasen, sum í dag bleiv afturvaldur sum formaður í Fólkaflokkinum
 
11.11.2017 - 16:15

Spískar og hvassar viðmerkingar, gott lag og stúgvandi fult av fólki vóru til landsfund hjá Fólkaflokkinum á Parnassinum í Hotel Hafnia í Havn seinnapartin. 

- Eg byrjaði at ganga á landsfund í 1988. Men hetta er tað mesta av fólki, eg havi sæð á landsfundi. So eg vóni, at rákið er vent nú, og viðvindurin er við okkum nú, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Jørgen Niclasen bleiv afturvaldur sum formaður í Fólkaflokkinum á landsfundinum.

Fólkaflokkurin brúkti landsfundin til at brynja seg til val við nýggjari stevnuskrá. 

Hóast samráðingar hava verið seinastu tíðina millum samgonguna og Miðflokkin um at styrkja samgonguni, hevur Jørgen Niclasen ilt við at trúgva uppá, at hetta verður veruleiki. 

- At Miðflokkurin fer inn at bjarga "LGBT-samgonguni". Tað vil eg síggja, áðrenn eg trúgvi tí, sigur Jørgen Niclasen.

Nýggja stevnuskráin hjá fólkaflokkinum kann lesast HER.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860