Kvotakongar skulu steðgast

Kvotakongar skulu steðgast
Danska stjórnin og flokkarnir í fólkatinginum hava gjørt semju um, hvussu virksemið hjá sonevndu kvotukongunum í donsku fiskivinnuni skal steðgast
 
17.11.2017 - 11:24

Endamálið er, at tað ikki skal vera møguligt at nýta ymsar hættir fyri at fáa hendur á kvotur.

Nýggja skipanin skal vísa, hvussu ognin av kvotum verður gjørd upp, reglurnar fyri at koma uppí fiskivinnuna skulu herðast, og revsingin fyri at brótabreglurnar skal eisini herðast.

Tað vil siga, at tað ikki við óvanligum loysnum vera møguligt at keypa, ella at ráða yvir størri kvotum, enn tað sum er loyvt.

Vilja avdúka svik

Eitt lið av serfrøðingum skal hava eftirlit við vinnuni og halda eyga við handlum við kvotum, hvør eigur kvoturnar, og hvussu pengarnir flyta seg.

Danski ráðharrin í fiskivinnumálum, Karen Ellemann sigur seg vera sannførda um, at um roynt verður at svika í fiskivinnuni, so verður tað avdúkað.

Og hon sigur seg eisini vera sannførda um, at fiskivinnan fer at laga seg eftir nýggju reglunum, so tað verður pláss fyri stóru feløgunum, men eisini fyri teimum miðalstóru og smáu feløgunum í fiskivinnuni, skrivar DR.

Færri eiga meira

Hesa øldina eru hendar stórar broytingar í donsku fiskivinnuni, og tað hevur havt við sær, at færri eiga stóran part av fiskivinnuni. Í eini sending hjá DR fyrr í ár varð víst á, at Henning Kjeldsen í norðurjútlandi eigur kvotur fyri yvir 900 milliónir kr.

Ein annar av stóru reiðarunum er Gullak Madsen úr Kvívík. Virðið á hansara fyritøku verður mett til 1,4 milliardir kr.

Danska løgreglan kannar viðurskiftini hjá fimm av sonevndu kvotukongunum, tí teir eru meldaðir fyri sítt virksemi.

Felagið hjá donsku fiskivinnuni sigur seg rokna við at eftir semjuna um fiskivinnuna, verður friður aftur í vinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860