Samráðast sum skilst enn, eingi boð eru komin

Samráðast sum skilst enn, eingi boð eru komin
Verkføll, sum eru byrjað, halda fram. Tað útsetta er framvegis útsett. Eingin fráboðan ella upplýsing yvirhøvur um semingsroyndina í gjár er komin
Lýstu verkføllini eru ikki avblást og tað útsetta er framvegis útsett.
 
17.11.2017 - 07:03

Sum skilst er enn gongd í samráðingunum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina, sum Semingsstovnurin boðsendi í gjár klokkan níggju, men eingin semja er gjørd, og einki verkfall er avblást. 

Tann einasti, sum svarar í morgun, er forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, men hon hevur onga viðmerking.

Felagið útsetti ætlaða verkfallið á B6 á Landssjúkrahúsinum, sum skuldi byrja í gjáramorgunin, og har er eingin broyting. Verkfallið er framvegis útsett. 

Terji Sigurðsson, semingsmaður, segði við Útvarpið klokkan 18.00 í gjárkvøkdið, at partarnir hava viðgjørt ymsar útrokningar, og greiða er fingin á nøkrum spurningum, men partarnir vóru ikki komnir nærri einari semju, segði hann.

Hann segði, at semingsroyndin helt fram eina løtu afturat í gjárkvøldið, men støða varð ikki tikin til, um hon verður tikin uppaftur í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860