Ikki sum at siga tað at fáa verkfallið í løgtingið

Ikki sum at siga tað at fáa verkfallið í løgtingið
Meiriluti krevst fyri framløgu og frávirki frá tíðarfreistium
Løgtinigð kann, um tað vil, forða fyri einum verkfalli.
 
20.11.2017 - 12:51

Skal landsstýrið fáa løgtingið at forða fyri verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, krevjast í fyrsta lagi 17 undirskriftir fyri at fáa málið í tingið, tí tíðarfreistin at leggja fram mál í ár er farin. 

Í øðrum lagi skulu 20 av 33 tingfólkum atkvøða fyri at víkja frá øllum tíðarfreistum.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur ikki fingið nakra áheitan um at kalla tingið saman.

Tveir tímar

Skal løgtingið hava fundarboð, er minsta freistin tveir tímar umframt tíðina afturat teimum báðum tímunum, sum tingfólk skulu brúka fyri at koma til Havnar.

Hóast løgtingsformaðurin fær áheitan um at kalla tingið saman, avger hann sjálvur, um hann ger tað alt fyri eitt, ella um nakrar dagar. Men í førum sum hesum verður gjørt skjótt av, sigur Páll á Reynatúgvu. 

Men hann hevur onga áheitan fingið, sigur hann.

Næsti tingfundur verður annars týsdagin í næstu viku.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444