- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlan um nýtt skip í vanda av lógaruppskoti
Nýggja skipið, sum JFK sigur seg hava ætlan um at byggja til at fiska í Barentshavinum, fer ikki at hava eina krónu eftir til veiðigjaldið, tí skipið verður rikið við undirskoti.
JFK hevur roknað út, hvørja ávirkan, ætlaða veiðigjaldið hevur á verkætlanina, sigur felagið í skrivi til Vinnunevndina.
Nýggja skipið kostar 350 mió. kr. Hetta er skip, sum kann taka alt av fiskinum til lands.
Veiðigjaldið fer eisini at hava við sær, at føroysk reiðarí hava ikki pengar til endurnýgging.
JFK mælir tí til ikki at áleggja vinnuni gjøld, sum gera tað ómøguligt at standa í móti sveiggjum í fiskivinnuni og harafturat forða fyri, at til ber at endurnýggja flotan.
Leigað skip
JFK vísir eisini á, at í viðmerkingunum um lógaruppskotið sigur landsstýrið seg vænta, at fleiri skip verða leigað, tá nýggja lógin um fiskivinnuna er komin í gildi.
Tí kann hugsast, at fleiri feløg ikki gera íløgur í skip.
Hetta er heilt burturvið, sigur JFK.
Tað kann ikki vera rætt, at fiskivinnutjóðin Føroyar í framtíðini skal seta sítt álit á, at tilvildarlig útlendsk skip skulu leigast inn í føroyska fiskiflotan, sigur felagið.