Ivaðist í førleikanum at vera tekniskur stjóri

Ivaðist í førleikanum at vera tekniskur stjóri
Ónøktandi viðurskifti í starvinum er einasta orsøk, sum er nevnd í skjølum hjá Tórshavnar kommunu um tekniska stjóran, sum noyddist at gevast
Kommunustjórin mælti Fíggjarnevndini til at taka undir við eini tilgongd, har ónøktandi viðurskifti viðvíkjandi starvsútinnanini hjá tekniska stjóra verða tikin upp til viðgerðar. Fíggjarnevndin tók undir við tí.
 
22.11.2017 - 13:05

Ávís ónøktandi viðurskifti í mun til starvsútinnanina hjá tekniska stjóranum.

Tað er einasta grundgevingin, sum er í skjølunum hjá Tórshavnar kommuna um hendingina herfyri, tá Mikael Viderø, tekniskur stjóri, gavst at arbeiða fyri kommununa.

Í brævi til Mikael Viderø sigur Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, at leiðslan hjá kommununi ivast í, um hann er egnaður at vera tekniskur stjóri hjá kommununi.

Roynt varð at gera semju millum partarnar, men tá tað eydnaðist, varð fráfaringaravtala gjørd.

Fíggjarnevndin hjá býráðnum gav kommunustjóranum heimild at gera fráfaringaravtalu við Mikael Viderø.

Bjørgfríð Ludvig vil ikki siga, hvørji ávís ónøktandi viðurskifti talan er um.

Fráfaringartíð

Fráfaringaravtalan er undirskrivað 15.november.

Uppsagnartíðin er níggju mánaðir frá 1.desember í ár.

Mikael Viderø eigur eisini frítíð til góðar, so Tórshavnar kommunu rindar honum løn, eftirløn og frítíðarløn til 1.oktober næsta ár.

Sambært fráfaringaravtaluni hevur Mikael Viderø tagnarskyldu um starv sítt hjá kommununi.

Kommunan rindar advokatin hjá Mikael Viderø, tó í mesta lagi 15.000 kr.

Tórshavnar kommuna fer skjótt at søkja eftir tekniskum stjóra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860