Spreinging í New York

Spreinging í New York
Ein maður er tikin í New York, eftir eina ella tvær smáar spreingingar á eini bussstøð á Manhattan í New York
Mynd: SKY  
 
11.12.2017 - 14:04

Hildið verður, at tað er maðurin sjálvur, sum er særdur, tá hann ætlaði at fremja eina atsókn.

Onkur tíðindi vilja vera við, at hann hevði fleiri spreingiløðingar uppi á sær, men tað hevur løgreglan ikki gjørt viðmerkingar til.

Tað var tá fólk skuldu til arbeiðis, at brestir vóru at hoyra á bussstøðini. Eitt eygnavitni segði seg hoyra tveir brestir, men sá ikki nakran, sum hevði fingið skaða.

Løgreglan og serdeildir vóru skjótar á staðið, og Donald Trump, forseti, er kunnaður um hendingina.

Myndir frá staðnum liggja á netinum. Eitt nú hendan myndin frá einum persóni, sum er á staðnum. 

 

#police #ny #nyc #newyork #december #decemer11 #12.11.17 #morning #morningnyc

A post shared by Alexandr Klimov (@amborjo) on

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860