Jordan er ríkasta ítróttarfólkið

Jordan er ríkasta ítróttarfólkið
Her er listin, ið vísir tær ítróttarstjørnurnar, sum hava forvunnið mest pengar nakrantíð
 
17.12.2017 - 10:09

Amerikanski kurvabóltsspælarin, Michael Jordan, er tað ítróttarfólkið, ið hevur forvunnið mest pengar nakrantíð.

Tað vísir eitt yvirlit, sum amerikanska blaðið, Forbes, hevur gjørt.

Á listanum, sum vísir tey 25 ítróttarfólkini, ið hava fingið mest í løn, eru fyri tað mesta eldri og yngri ítróttarfólk í, ið spæla golf og kurvabólt. Í topp-10 eru tó eisini Formel 1 koyrarin Michael Schumacher, fótbóltsspælarin David Beckham og boksarin Floyd Mayweather at finna.

Sambært Forbes hevur Michael Jordan, ið gavst við kurvabóltinum í 2003, tilsamans forvunnið 11,7 milliardir krónur.

Yvirlitið er roknað út frá samlaðu lønini, viðbótum, vinningum, stuðulspengum og lisensgjaldingum, ið ítróttarfólkini hava fingið. Síðani er hetta umroknað til tað virðið, tað vildi verið í dag.

 

Listin við ítróttarstjørnunum sær soleiðis út:

  1. Michael Jordan - 1,85 mia. $
  2. Tiger Woods - 1,7 mia. $
  3. Arnold Palmer - 1,4 mia. $
  4. Jack Nicklaus - 1,2 mia. $
  5. Michael Schumacher - 1 mia. $
  6. Phil Mickelson - 815 mio. $
  7. Kobe Bryant - 800 mio. $
  8. David Beckham - 800 mio. $
  9. Floyd Mayweather - 785 mio. $
  10. Shaquille O'Neal - 735 mio. $
  11. LeBron James - 730 mio. $
  12. Christiano Ronaldo - 725 mio. $
  13. Greg Norman - 705 mio. $
  14. Mike Tyson - 700 mio. $
  15. Roger Federer - 675 mio. $
  16. Lionel Messi - 600 mio. $
  17. Alex Rodriguez - 575 mio. $ (baseball)
  18. Jeff Gordon - 525 mio. $ (racerkører)
  19. Oscar De La Hoya - 520 mio. $
  20. Manny Pacquiao - 510 mio. $
  21. Derek Jeter - 490 mio. $ (baseball)
  22. Peyton Manning - 480 mio. $
  23. Kevin Garnett - 480 mio. $
  24. Evander Holyfield - 475 mio. $
  25. Andre Agassi - 470 mio. $

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946