Veiðiloyvi í søguna

Veiðiloyvi í søguna
Løgtingið samtykti í gjárkvøldi at strika kravið um veiðiloyvi. Tískil fara veiðiloyvini, sum vit kenna tey í dag, í søguna
 
19.12.2017 - 09:21

Talan var um 2.viðgerð av eini lógarbroyting, sum er at rokna sum ein fylgilóg til lógina um fyrisiting av sjófeingi, sum varð samtykt herfyri. Fiskivinnunýskipanin hjá landsstýrinum sigur, at ikki skal vera neyðugt at hava veiðiloyvi fyri at vera við í fiskivinnuni.

Fleiri hava ávarað um at loysa veiðiloyvini frá stálinum.

Landsstýrið metir seg tó binda um heilan fingur við einum nýggjum kravi um, at persónar og feløg skulu hava góðkenning frá landsstýrismanninum at reka virksemi innan fiskivinnu, áðrenn fiskirættindi kunnu latast. Og so skulu skrivligar avtalur millum manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum tryggja, at manningin verður lønt sambært sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum.

"Við nevndu broytingum í lóg um sjófeingi er trygdin í manningarviðurskiftunum og forðingin fyri spekulasjón, sum veiðiloyvini áður partvíst borgaðu fyri, varðveitt", sigur samgongan.

Andstøðan heldur fast um, at júst veiðiloyvini eru ein forðan fyri, at fiskiflotin gerst ov stórur. 

"Verður veiðiloyvið tikið av, samstundis sum nýggja lógin um sjófengi verður sett í verk, kunnu fiskiskip aftur floyma til landið, og tað verða uttan iva gomul skip", sigur andstøðan.

17 atkvøður vóru fyri og 14 ímóti, tá løgtingið við 2.viðgerð í gjárkvøldi samtykti at strika kravið um veiðiloyvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 27. apríl 2024
174635
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444