Skottilburður á Argjum

Skottilburður á Argjum
Klokkan 21 í gjárkvøldi fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði skotið inn í eini hús á Argjum. Eingin persónsskaði var
 
21.12.2017 - 14:14

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt, sum kann hava samband við skottilburð á Argjum í gjár. Eingin persónsskaði var.

Klokkan 21 í gjárkvøldi fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði skotið inn í eini hús á Argjum. 

Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini, sigur, at persónurin helst hevur staðið á eini gøtu longri uppi og hevur latið skot av, sum fór ígjøgnum tekjuna, og endaði í vegginum inni á vesinum.

Skotið er helst latið av fyrrapartin í gjár, men fólkini í húsinum varnaðst ikki skaðan, fyrr enn í gjárkvøldið.

Fyribils er staðfest, at EITT skot er latið av. Løgreglan avhoyrir íløtuni fólk í grannalagnum. 

Illgruni er um, at ein drongur, - yngri enn 18 ár, hevur latið skotið av, men hann noktar seg sekan. 

Løgreglan hevur gjørt húsarannsókn heima hjá unga dronginum, og hevur lagt hald á fleiri vápn, har vápnaloyvi krevst.

Barnaverndin er kunnað um málið. Tað verður altíð gjørt, tá talan er um persónar, yngri enn 18 ár, upplýsir Hildur Hentze.

Løgreglan vil, sum sagt, frætta frá fólki, sum halda seg hava vita okkurt, sum kann hava samband við skottilburðin á Argjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860