Her eru frídagarnir í 2018

Her eru frídagarnir í 2018
Jólaaftan í 2018 verður mánadag, men ólavsøka fellir á eitt vikuskifti
 
02.01.2018 - 15:56

2018 er skotið í gongd og vit byrjaðu, sum altíð, nýggja árið við einum frídegi. Nýggjársdagur var mánadagin.

Páskirnar byrja 29. mars við skírisdegi og enda 2. páskadag, sum er 2. apríl.

Flaggdagur er mikudagin 25. apríl og so koma vit til dýra biðidag, sum er 27. apríl, og hann er, sum altíð, ein fríggjadag, so har er eitt langt vikuskifti í væntu. Tað vikuskiftið kann blíva uppaftur longri við einum fríynski hósdagin 26. apríl og einum lagaligum arbeiðsgevara, tí so eru fimm samanhagandi dagar í heintu har.

Kristi himmalsferðardagur er hósdagin 10. mai. Hvítusunna er 20. mai og 21. mai.

5. juni er hálvur frídagur, tað er grundlógardagur - og so koma vit til ólavsøku, 28. og 29. juli fella á leygardag og sunnudag.

Hugaligari er tað, at jólaaftan er ein mánadag, so 1. jóladagur og 2. jóladagur eru týsdag og mikudag. Telja vit vikuskiftið undan jólaaftan við, eru fimm samanhangandi frídagar har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846