Týsk stjórn í væntu

Týsk stjórn í væntu
Líkt er nú til at Týskland umsíður fær nýggja stjórn, fýra mánaðir eftir valið
 
23.01.2018 - 08:06

Týski Javnaðarflokkurin boðaði eftir valið frá, at flokkurin ikki fór í stjórn saman við Angelu Merkel, samveldiskanslara. Flokkurin hevur nú broytt støðu, og sigur seg vera til reiðar at samstarva.

Avgerðin varð tikin á landsfundi í Bonn um vikuskiftið, eftir at formaðurin í flokkinum, Martin Schulze, hevði talað fyri samstarvinum.

Á landsfundnum var atkvøðugreiðsla, og tá atkvøðurnar vóru taldar var greitt, at 562 atkvøddu fyri samstarvi við Merkel, og 279 atkvøddu ímóti.

Eitt ivamál eftir

Nú er klárt hjá flokkinum at fara undir samráðingar við Merkel, men flokkurin skal eisini góðkenna úrslitið, ella samgonguskjaldið, sum flokkarnir koma til, og tí er málið ikki endaliga avgreitt.

Semjast flokkarnir ikki, so fæst neyvan nøkur stjórn í Týsklandi, og so verður eftir øllum at døma nýval.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537