Býtt matvørur um við kynsligar tænastur

Býtt matvørur um við kynsligar tænastur
Hjálparstarvsfólk undir ST-stovninum og øðrum felagsskapum í Sýria býta matvørur um við kynsligar tænastur. Tað sigur bretska kringvarpið, BBC.
Mynd: Getty images  
 
27.02.2018 - 15:08

Talan er um hjálparfólk undir ST-stovninum og øðrum altjóða hjálparfelagsskapum. Tað sigur bretska kringvarpið, BBC.

Hóast ávaringar fyri trimum árum síðani, vísur nýggj frágreiðing, at hetta slagið av virksemi framvegis livir í Sýria.

Hjálparfólk greiða frá um menn, sum arbeiða við matvørum, og sum býta um matvørur við kynsligar tænastur.

Null-toleransa

ST-stovnurin sigur, at tey hava null-tolerancu, tá talan er um at gera sær dælt av støðum, og stovnurin ikki visti, at samstarvsfelagsskapir hava misnýtt sína støðu til hetta.

Hjálparfólk siga við BBC, at misnýtslan  er so umfatandi, at fleiri sýriska kvinnur tora ikki at fara einsamallar eftir matvørum.

Kvinnur greiða frá, at um tær koma heim við matvørum og aðrari neyðhjálp, verður tað tulkað sum tekin um, at tær við kroppi sínum hava rindað fyri vørurnar.

- Kvinnur og gentur offra seg áhaldandi fyri at fleiri fólk skulu fáa  hjálp, siga hjálparfólk. 

Venda blinda eyga til

Ein kelda sigur við BBC, at ávísir hjálparfelagsskapir venda blinda eyga til og lata lokalar undirveitarar taka sær av at flyta matvørur til vandamikil støð - støð, sum altjóða felagsskapir ikki náa út til.

ST hevur fleiri dømi um, hvussu misnýtslan hevur verið. Í nøkrum førum eru kvinnur og gentur giftar við hjálparfólkum eitt stutt tíðarskeið, sum hava fingið kynsligar tænastur. Afturfyri hava kvinnur fingið matvørur.

Onnur dømi eru um hjálparfólk, sum býta út matvørur, og bjóða seg fram at koyra matvørur heim. Afturfyri vilja tey so hava kynsligar tænastur og verða hjá teimum um náttina.

Kvinnur, sum ikki hava ein mann, - til dømis einkjur og fráskildar, hava verið í stórum vanda á hesum øki, sigur ST í frágreiðingini.

- Tað var alment fyri trimum árum síðani, at matvørur fyrst vóru hildnar aftur og síðani vórðu tær býttar út alt eftir, um kvinnurnar vildu gera kynsliga tænastu afturfyri, stendur í frágreiðingini sambært BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012